Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari verður brúkt í føroyska búskapinum.

Tilfar í føroyska búskapin kemur inn sum innflutningur ella beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, meðan tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum. 

Úr føroysku náttúrini telur bert tilfeingi við, sum kemur beinleiðis úr náttúruni, til dømis veiddur fiskur, grót og gras. Fyri ikki at telja sama tilfar við fleiri ferðir, verður eitt nú seyður og alifiskur ikki tikin við, tí hesi brúka innflutt tilfar og føroyskt tilfeingi.

Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku nátturini, er lívmegn (biomassi). Í 2020 vóru 700 túsund tons av lívmegni (biomassa) tikin úr náttúruni. Tað fevnir um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 232 túsund tons vóru innflutt, ið fevnir millum annað um matvørur, fóður og timbur. 517 túsund tons av lívmegni var útflutt. Sostatt vóru 416 túsund tons brúkt í føroyska búskapinum.

Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Í talvuni niðanfyri sæst, at 482 túsund tons av ikki-metalkendum mineralum vóru tikin úr føroysku náttúrini og 561 túsund tons vóru innflutt. Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Innflutningurin er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 1.042 túsund var í 2020 brúkt í føroyska búskapinum.

Tað mesta av lívrunnum brennievni verður innflutt, og fevnir mest um bensin og brenniolju. 

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo