



Hagstovan: Brúkaraprístalið verður gjørt upp 4 ferðir árliga, og nú allar uppgerðirnar fyri 2020 eru tøkar, sæst, at brúkaraprístalið í 2020 í miðal var 121,4.
Miðalbrúkaraprístalið í 2019 var 121,0, sum merkir, at prísirnir á vørum og tænastum til nýtslu hjá húsarhaldum í miðal eru øktir 0,3% í 2020 samanborið við 2019.
Brúkaraprístalið fyri 4. ársfjórðing í fjør er 121,6, sum er 0,4% hægri enn brúkaraprístalið fyri 3. ársfjórðing í fjør og 0,4% lægri í mun til 4. ársfjórðing 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo