Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Brúkaraprísirnir fyrsta ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fjórða og sama ársfjórðing í fjør.

Í mun til fjórða ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Av hesum 12 vøru- og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, gistingarhús og matveitarar og útbúgving minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og akførum eru øktir. Brúkaraprístalið fyri 1. ársfjórðing í ár er 123,2, sum er 1,3% hægri enn brúkaraprístalið fyri 4. ársfjórðing í fjør og 1,1% hægri í mun til 1. ársfjórðing 2020.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo