Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Vøkstur var aftur í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum í 2021 eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan var góðar 22,9 milliardir krónur, tað eru 431 túsund krónur fyri hvørt fólkið. Vøksturin var 1,7 milliard krónur, sum svarar til átta prosent, samanborið við 2020.

Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er mát fyri samlaðu virðisskapanina í marknaðarprísum í landinum eitt ávíst tíðarskeið, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum.

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum var stívliga 22,9 milliardir krónur í 2021. Tað eru 1,7 milliardir krónur meira enn í 2020 og ein vøkstur á átta prosent. Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið tó er nakað minni enn vøksturin árini 2016 og 2019. 

Havast skal í huga, at tølini eru í ársins prísum. Talan er um lýsing av virði av ymsum mátum, ið eru samansett av prísum og mongdum ár fyri ár og ikki um mát fyri mongdarbroyting. Myndin vísir bruttotjóðarúrtøkuna árini 1998 til 2021.

Virðisøkingin nú omanfyri 20 milliardir krónur
Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar árini 2020 til 2021. Virðisøkingin vaks góða hálvaaðru milliard krónur ella 8,1 prosent í 2021 samanborið við 2020.

Størsta framgongdin var í vinnugreinini ‘fiskaaling’, virðisøkingin var næstan 370 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 42 prosent. Tøkan í alivinnuni setti met í 2021, umframt laksaprísir vóru hægri. Ein fjórðingur av vakstrarískoytinum í samlaðu virðisøkingini í 2021 samanborið við 2020 stavar frá fiskaaling. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo