Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin ger nógv burtur úr sínum yngstu gestum. Allar tríggjar festivaldagarnar hevur Silvalandið opið í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, ið eru samanbygdar. Har verða aktivitetir fyri børnini, undirhald og tónleikur.

Summar Festivalurin byrjar hósdag klokkan 15 við lívligari skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið. Tá eru børn og vaksin vælkomin at luttaka.

Harafturat fara Bubu og Kular Røtur at hava konsertir á Torginum á Summar Festivalinum.

Fríggjadag klokkan 17 spæla Kular Røtur. Eingin annar enn føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, verður á odda fyri Kulum Rótum. Hann sang við á fyrstu útgávuni og fer nú at royna seg aftur í bólkinum. Rakul Ró Steintórsdóttir fer eisini at syngja, og bólkur spælir undir. Kular Røtur framføra teir væl umtóktu barnasangirnar, sum stórt tal av børnum hava lurtað eftir og sungið við til gjøgnum árini. Hvør kennir ikki sangir sum »Hon er omma mín«, »Bilurin hjá okkum«, »Grønir menn frá Pluto« og »Tey kalla meg Babe«?

Leygardag klokkan 17 undirheldur klovnurin Bubu á Torginum. Bubu er sera væl umtóktur millum børnini – bæði á netinum og á konsertum. Bubu er lítríkur og glaður, og hann dugir framúr væl at fáa samband við børnini. Bubu fer at undirhalda og syngja sangir fyri børnum. Bubu vitjar eisini í Silvalandi.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo