Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Símun Absalonsen skrivar: Síðani feløgini ið eiga Vágatunnilin og Norðoyatunnilin gjørdust skuldarfrí, hevur tað verið eitt afturvendandi politiskt stríðsmál hvat skal gerast við bummgjøldini. Skulu tey halda fram, ella skulu tey avtakast?

Skal eitt sakligt kjak spyrjast burturúr hesum máli er neyðugt, at ”stríðandi” partarnir duga at gera mun á, hvat er legitimt og hvat er ”skilagott” at gera.

Hvat sigur lógin?
Í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð stendur:

§1, stk. 3.   Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin og Pf Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Hetta samtykti Føroya Løgting í síni tíð og henda orðing stendur framvegis óbroytt. Eitt endaleyst stríð hevur staðist av, hvussu henda orðing skal tulkast, og bæði leikur og lærdur hevur roynt seg við kreativum tulkingarháttum.

Her er fyrst neyðugt at sláa fast, at henda lógargrein er dømi um ófullfíggjað lógarsmíð. At tosa um at rinda ”útveganarkostnaðin” aftur fyri at avhending kann fara fram er roknskapartekniskt mjørkatos. Útveganarvirðið er eitt roknskaparligt aktiv, og fíggjarskyldur eru eitt roknskaparligt passiv. Eftir at hava arbeitt sum grannskoðari í meira enn 40 ár er tað heilt nýtt fyri mær, at mann lesur fíggjarligar skyldur á aktivsíðuni í fíggjarstøðuni.

Og tá lógargreinin heldur fram og sigur  ”… og Pf Norðoyatunnilin stendur sum eigari…” er forvirringurin fullkomin. Pf Norðoyatunnilin hevur altíð verið eigari av tunlinum og er tað framvegis, men tunnilsfelagið hevur, sambært lógini, beinleiðis skyldu til at avhenda ognarrættin til tunnilin, uttan viðurlag til landið.  

Ógreiða lógargreinin hevur sjálvandi havt eitt endamál, og tí er tað løgfrøðiliga neyðugt við eina skilvísari endamálstulking, heldur enn at lata kreativar løgfrøðingar fara í sjálvsving og tulka til ”bílagda ráðgeving”.

Lógargreinin kann í mínum hugaheimi bert skiljast soleiðis:   - Tá øll veðskuld er goldin og tunnilin er óheftur….verður alt anleggið avhent landinum til ognar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo