Búnaðarstevnan 2021, sum skuldi haldast tann 13. februar er flutt til at verða leygardagin 30. oktober á Skúlatrøð í Klaksvík.
Higartil hava verið fyriskipaðar seks búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019 og
februar 2020.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. Í samband við COVID19 støðuna, hava fyrireikarnir avgjørt at flyta stevnuna til at verða tann 30. oktober 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo