Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Burðardygd er eitt hugtak, ið er uppi í tíðini, og av kritikarum stundum verður skírt eitt “popput plussorð”. Orðið verður í gerandistalu brúkt um alt møguligt – eitt sindur eins og onnur slektað orð sum økologi og stuttflutt. Men verður farið inn í kjarnan av hugtakinum, er tað sera relevant fyri samfelagsplanlegging sum heild og lendisplanlegging ítøkiliga.

Burðardygd hevur nógv aspekt, men verður vanliga sett saman av trimum undirhugtøkum: búskaparlig burðardygd, samfelagslig burðardygd og umhvørvislig burðardygd. Hesar tríggjar burðardygdir mugu spæla saman, um planleggingin skal eydnast best møguliga.

Í fleiri førum síggja vit, at búskaparlig atlit yvirtrumfa onnur atlit, og í stóran mun kann sigast, at vit hava eitt yvir-/undirskipanarlutfall millum búskaparlig, samfelagslig og umhvørvislig atlit: Búskapur > Samfelag > Umhvørvi. Hetta merkir eisini, at búskaparlig áhugamál vanliga fáa tillutað bestu økini, samfelagsligu áhugamálini fáa misjøvn øki, meðan umhvørvisligu áhugamálini í flestu førum verða kveistrað burtur. Ja, ofta verða tey als ikki tikin við, tí tey ikki eru “persónar” við áhugamálum – og harvið ikki hoyringarpartar. Í einum aktuellum dømi sum Varðin Pelagic á Tvøroyri viga búskaparlig atlit nógv meiri enn samfelagslig atlit, eins og umhvørvislig atlit als nærum verða tikin upp á tungu. So skarpskorið er tað tó sjáldan. Støðan á Tvøroyri er heldur at meta sum eitt worst-case scenario í føroyskum høpi.

Í nøkrum førum verða ávís øki tó vard, soleiðis at tey ikki fara til skeytis til vinnulív ella bústaðabygging. Hóast alt hevur umhvørvið fingið størri rúmd í samfelagnum seinastu árini, eins og alsamt fleiri íbúgvar gerast umhvørvistilvitaðir. Meiri umhvørvistilvitaðir íbúgvar merkja eisini hægri krøv til umhvørvisvernd, m.a. at mótstøða er ímóti bygging í umhvørvisperlum sum Hoydølum ella við Sandá.

Tá tosað verður um “burðardygga planlegging”, eiga áhugamálini hjá øllum hesum trimum “domenum” at verða hoyrd og javnvigaði. Búskaparligu áhugamálini skulu ikki kunna yvirtrumfa hini áhugamálini, eins og umhvørvisligu áhugamálini mugu takast við, hóast tey løgfrøðiliga sæð ikki eru ein persónur við rættindum. Tá ein planleggingarlig avgerð skal takast, eiga vinna, borgarar og umhvørvi ideelt sæð at viga ein triðing hvørt. Tá er talan um burðardygga planlegging í orðsins sanna týdingi.

Rúm er eitt (sera) avmarkað tilfengi
Føroyar eru eitt sera lítið land, nógv minni enn vit ofta geva okkum far um. Hóast vit hava knapt 1.400 fermetrar av lendi, er tað mesta av hesum einans egnað til seyðahald o.l. Harumframt er stórur partur av landinum brattlendi, har trupult er at byggja infrakervi, anlegg o.s.fr. Lendi er eitt sera avmarkað tilfeingi. Verður hugt eftir hvørji øki eru lægri enn 100 metrar, er talan bert um eina smala rond kring landið – undantikið á fáum økjum, har størri lágtliggjandi øki eru. Einans 278 ferkilometrar eru lægri enn 100 metrar. Nógv av hesum økjum eru harumframt illa atkomulig ella óatkomulig frá havinum.

Í síðsta enda er tað tí ein hørð kapping um tey bestu økini, ið hava hesar nógv eftirspurdu eginleikar:

  • Liggja lágt

  • Eru vallað

  • Hava gott vegasamband

  • Hava góð atløguviðurskifti

  • Eru miðstødd

Sum vera man eru tey flestu støðini, ið hava allar hesar eginleikar, upptikin av bygdum, og so má tað eisini vera: at tey bestu støðini verða brúkt til búseting.

Hetta merkir tó eisini, at rúm er eitt enn meiri avmarkað tilfeingi, tess betri eginleikar tað hevur. Ikki er tað løgið, at vinnulívið eisini vil sleppa at staðseta sínar virkisbygningar á best egnaðu plássunum, soleiðis at íløgan verður minst møgulig, samstundis sum tað verður so arbeiðsligt sum gjørligt at reka virksemið.

Tað vantar snøgt sagt ein skilagóð regulering av rúmunum í kommununum. Antin má tað vera ein ætlanarbúskaparlig regulering, ið skapar eina politiska prioritering av ymiskum virksemi, ella mugu vit brúka marknaðarbúskaparlig amboð til at lata tey dýrabarastu rúmini fara fyri hægst møguligan prís.

Trupulleikin við marknaðarbúskaparligum amboðum er, at rúmini verða seld í stykkjum og at tað ikki fæst nøkur vissa fyri, hvørjir grannar verða rundan um. Tvs. at tað ber ikki til at tryggja seg ímóti, at óynskt virksemi verður við síðurnar av tínum stykki – ella at tú sjálvur verður roknaður sum óynskt virksemi av tínum grannum. Ósemjur mugu tá loysast í rættarskipanini, um tær gerast ótolandi, og tað kann gerast dýrt.

Tí er neyðugt at hava ætlanir fyri lendisnýtsluna - ikki bert á kritiskum støðum, men allastaðni í kommununi.

Alt virksemi er rúmligt
Sum nevnt eru lendi og “rúm” sera avmarkað tilfeingi - serliga í einum tætt bygdum landi sum Føroyum. Av hesi orsøk eiga vit at vera eyka sparin við okkara lendi, tí vit hava ikki somu møguleikar sum t.d. íslendingar bara at víðka um okkara lendisnýtslu.

Týdningarmikið er at sláa fast, at alt virksemi er rúmligt - í størri og minni mun, umframt at alt virksemi er bæði orku- og tilfeingiskrevjandi. Men ikki alt virksemi er rúmligt á sama hátt. Sumt virksemi leggur stórt trýst á sítt umhvørvið: tað dálkar – í orðsins breiðasta týdningi: antin sum ljóð, ljós, luktur o.s.fr. – tað hevur nógvar negativar eksternalitetir. Annað virksemi tænir sínum umhvørvi - tað hevur nógvar positivar eksternalitetir. Júst hvat er positivt og negativt er grundleggjandi subjektivt, men statistiskt ber til at kanna, hvussu ymisk árin upplivast intersubjektivt.

Hvørjaferð eitthvørt virksemi verður staðsett, hevur tað avleiðingar, bæði tí at vit við risafetum nærkast eini støðu, har nærum eingi egnað lendi eru eftir - og harnæst tí hvør einasta staðseting hevur avleiðingar fyri grannarnar. Tað kann vera nakað so banalt sum at grannin missir útsýnið ella sólargangin, men tað kann eisini vera meiri álvarsligt sum at grannin verður útsettur fyri ídnaðardálking ella larm frá stórum skipum. Í øllum førum er tó talan um, at ymisk rúm ávirka hvørt annað.

Og jú meiri samfelagið verður útbygt, tess færri møguleikar eru at finna hóskandi staðsetingar til nýtt virksemi. Fyri tað fyrsta eru færri øki eftir, og fyri tað næsta eru alsamt fleiri rúmligar interessukonfliktir, tess tættari landið verður bygt. Tað hjálpir ei heldur upp á støðuna, at fólk verða alsamt minni tolin mótvegis dálking, m.a. sum liður í einum størri globalum, grønum risaráki (megatrendi).

Týðandi er at sláa fast, at vøkstur ikki altíð er eitt pluss-sumspæl. Vøkstur vil ofta vera eitt null-sumspæl ella eitt minus-sumspæl. At økja um føroyska landbúnaðin ljóðar ógvuliga positivt og grønt, men verða fleiri øki løgd inn til landbúnað, verða færri øki til natúru. Hóast umhvørvið ikki sigur frá, so er talan um, at tey umhvørvisligu áhugamálini verða kveistrað til viks til frama fyri búskaparlig og samfelagslig áhugamál. Hesi kunnu jú løna politikarunum aftur við skattainntøkum, stuðli og atkvøðum. Umhvørvið hinvegin – “Naturen, det billige skidt” – verður einans vard av idealistiskum áhugafelagsskapum og einstøkum fakfólkum við serligum áhuga - t.d. av lívfrøðiligum ella jarðfrøðiligum slagi. Stríðið ímóti Eiðis kommunu, ið leingi hevur ætlað sær at útstykkja við Múlaklett, er eitt dømi, har fakfólk og áhugabólkar ferð eftir ferð mugu rópa varskó.

(Henda greinarøð er bygd á notat til fyrilestur fyri Arkitektafelag Føroya í mars 2023. Greinarnar lesast best í framhaldi av hvørji aðrari.)

Sámal Matras Kristiansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo