Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talan er um størstu burðardyggu virðislønina í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú átøk, verkætlanir og hjá fyritøkum.

Burðardygt Vinnulív hevur hóskvøldið vunnið flotta virðisløn á Edie Awards 2023 í London í samband við, at verkætlanin var tilnevnd í bólkinum  “Partnership and Collaboration of the Year.” 

Í kappingini millum níggju onnur tilnevnd frá øllum heiminum, fór Burðardygt Vinnulív avstað við flotta virðislønini í bólkinum Partnership and Collaboration of the Year. Hetta er ein sera stórur heiður og herðaklapp til Burðardygt Vinnulív! At vinna ein tílíkan heiður er sannroynd um, at stóra arbeiðið og úrslitið, ið verkætlanin á triðja ári nú leggur eftir seg av sonnum vísir sítt virði. 

“Vit eru ómetaliga glað og stolt yvir at hava vunnið The Partnership and Collaboration Award. Hesin heiðurin er prógv um, at vit eru á rættari leið og hava gjørt eitt megnar arbeiði innan burðardygga økið.” Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív.

Hetta er 16. árið, at skipað verður fyri Edie Awards. Talan er um størstu burðardyggu virðislønina í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú átøk, verkætlanir og hjá fyritøkum.

Tær tólv stovnandi fyritøkurnar í Burðardygt Vinnulív eru: BakkafrostBetri BankiEffoFaroe ShipFøroya Tele (Faroese Telecom), Gist og Vist, JT electricKJ Hydraulik, MBM, P/F Poul MichelsenSMJ og Vónin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo