Røðin við Bústaðarkvøldum er byrjað, og í komandi viku verða trý kvøld fyriskipað.
Mánakvøldið er Bústaðarkvøld á Strondum, týskvøldið í Miðvági og hóskvøldið í Kollafirði.
Øll, sum koma til Bústaðarkvøld, fáa nýggju Bústaðarbókina heim við.
Skráin er hendan:
Eyðun Eliasen, arkitektur, gevur góð ráð um bygging við støði í nýggju bústaðarbókini
Betri greiðir frá møguleikum fyri fígging og trygging í sambandi við bygging og umbygging
Góður møguleiki verður fyri at fáa eitt prát við arkitekt og ráðgevar um tínar bústaðarætlanir
Okkurt gott til góman
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin
Melda teg til her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo