Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bústaðir: Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á Land í Fuglafirði og 7 íbúðir í Streymnesi. Farið verður eisini undir at byggja 18 íbúðir og felagshøli til ein búfelagsskap á Kneysum á Toftum.

Bústaðir hevur fyri nøkrum árum síðani keypt eina trøð við Dalavegin í Havn. Roynt hevur í fleiri umførum verið at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið. Nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum íalt fevnir um 44 búeindir. Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum. HVT er byrjað arbeiðið, sum væntandi verður liðugt um tvey ár.

Verkætlanin Úti á Land í Fuglafirði hevur verið ávegis í eina tíð. Nú hevur Bústaðir gjørt avtalu við smápartafelagið Toftanes 2 og Fuglafjarða kommunu, um at Bústaðir ger verkætlanina við 18 íbúðum lidna. Byggivirkið TN Bygging kemur saman við SEVE at byggja íbúðarbygningin, sum væntandi verður liðugur næsta summar.

Farið verður eisini undir at byggja 7 íbúðir á einum grundøki, sum Bústaðir eigur ovarlaga í Streymnesi. Talan verður um íbúðir, sum eru líkar teimum, sum fyrr í ár vórðu tiknar í brúk Við Steigarbrekku í Sandavági. Eins og í Sandavági verður tað byggivirkið Norðhús og SEVE, ið koma at byggja. Næsta summar verður væntandi klárt at flyta inn í íbúðirnar.

Á einum øki Á Kneysum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu hevur Bústaðir saman við Almannaverkinum ment eina verkætlan til ein búfelagsskap. Har fer byggivirkið KBH at byggja ein bygning í trimum hæddum við 18 íbúðum á 50 fermetrar og felagshøli. Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.

Við hesum fýra verkætlanunum er íalt talan um 87 nýggjar íbúðir, sum fara at verða tiknar í nýtslu komandi tvey árini, umframt tær, sum í løtuni verða bygdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo