Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bústaðir: Fimm íbúðir, sum Bústaðir hevur bygt á Steigarbrekku í Sandavági, eru lidnar, og eru tær bodnar til leigu eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.

Tað er Jákup á Stongum, arkitektur, sum hevur gjørt upprunaligu tekningarnar av íbúðunum, sum Seve og Norðhús hava bygt fyri Bústaðir.

Verkætlanin er ment í góðum samstarvi við Vága kommunu.

Talan er um íbúðir á 81 fermetrar, sum eru samanbygdar í einari lon í einari hædd. Staðsetingin er góð við útsýni oman yvir bygdina.

Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur, baðirúm og vaski-/tøknirúm. Til hvørja íbúð eru úthús á umleið sjey fermetrar og terassa. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Kostnaðurin fyri at leiga íbúðirnar er kr. 8.400 um mánaðin, og kunnu fyrstu leigararnir flyta inn tann 1. mars.

Í Vágum hevur Bústaðir frammanundan 10 íbúðir á tveimum staðsetingum í Sørvági; fimm íbúðir á Garðsvegi og fimm íbúðir Undir Bólheyggi.

Við hesum nýggjastu íbúðunum í Sandavági hevur Bústaðir samanlagt 422 búeindir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo