Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bústaðir hevur seinastu 5 árini havt eitt samlað hall á 10,0 mió. kr.

Í 2019 var hallið 2,7 mió. kr.

Heldur henda gongd fram byrjar Bústaðir skjótt at brúka av stovnsfænum.

Í 2019 var starvsfólkakostnaðurin 10.166.804 kr. hjá Bústøðum.

Sambært almenna roknskapinum fyri 2019 vóru 19 starvsfólk á stovninum.

Sostatt var starvsfólkakostnaðurin 535.095 krónur per starvsfólk í 2019.

Hetta svarar til 44.591 kr. um mánaðin per starvsfólk.

Eginognin hjá Bústøðum var 609,0 mió. kr. við árslok 2019, meðan stovnsfæið var 600,8 mió. kr. um somu tíð.

Sambært leiðslufrágreiðingini væntar Bústaðir at fáa eitt minni hall fyri árið 2020.

Roknskapurin, sum er góðkendur tann 29. apríl 2020 á stýrisfundi, er ikki lagdur út á heimasíðuna hjá Bústaðir enn, men er tøkur á Vinnuvitan.biz.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo