Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ein partur av skipanaruppskotinum ‘Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur miðbýur’, er uppskotið ‘Grøna gongugøtan og býarlundin’. Hetta snýr seg mest um eina gongugøtu í Niels Finsensgøtu.

Uppskotið vísir eitt bilfrítt strekki frá Steinatúni oman á Vaglið – tó verður loyvt bilum at koyra tvørtur um gongugøtuna á krossinum Niels Finsens gøta/Sverrisgøta, og sjálvandi skal vera gjørligt við vøru- og ruskkoyring í ávísum tíðarbilum og hjá neyðsynjarakførum at koma fram.

Somuleiðis skulu atlit havast at ólavsøkuskrúðgonguni, sum hevur ein heilt serligan leiklut og tign í býnum, at hon fær tað plássið, ið krevst oman eftir gøtuni, og at atgongd inn á Tinghúsvøllin verður varðveitt.

Gongugøtan skal hugsast sum ein ‘pallur’, ið bjóðar inn til ymiskt og fjøltáttað virksemi, bæði gerandisdagar og til serstøk høvi. Gøtan skal gerast grønari, og nýggj gróðurseting av ‘allé-trøum’ skapa saman við stóru gomlu trøunum umframt nýggju Havnará eina grøna ‘tekju’ yvir partar av gongugøtuni, sum gevur økinum lív og ein heilt serstakan ‘urtagarðsdám’.

Verkætlanin ‘Grøna gongugøtan og býarlundin’ er ein lendisskipan og ein plantuætlan av strekkinum á Niels Finsens gøtu úr Steinatúni og oman til Vaglið, umframt ráðhúsplássið og Eik-garðurin (býarlundin).

Uppskotið vísir harumframt á, at ráðhústorgið kann vera skipað við parkering undir jørð, innbygdari skoytubreyt og flytiligum møblum við grønum plantukummum, sum geva møguleika fyri fjølbroyttari nýtslu alt árið, og sum eru ómakaleysir at flyta í sambandi við størri tiltøk sum konsertir, skoytubreyt o.a.

Býarlundin skal vera ein grøn lund við t.d. smábarnaspæliplássi og eini multifunktionellari, partvíst yvirdekkaðari pavillon til tiltøk og framsýningar.

Við at gera gongugøtuna bilfría og urtagarðskenda, fáa nýggju ætlaðu bústaðirnir í miðbýarkjarnuni eitt uttandura fríøki til uppihald. Tað verður neyvan pláss fyri at uppfylla vanligu kravdu áseting um fríøki til allar hesar íbúðirnar, og tí kunnu grøna gongugøtan og býarlundin virka sum eitt fríøki til hesar bústaðirnar.

Í fyrstu atløgu verður mett ráðiligt at fara undir at gera skipanaruppskot av arbeiðstøkuøkinum ‘Grøna gongugøtan og býarlundin’ fyri síðani at meta um, hvussu til ber at býta skipanaruppskotið í undirøki, ið síðani verða liðugt projekterað og sett í verk. Her kundi ‘Býarlundin’ (eik-garðurin) verið fyrsta raðfesting.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at játta kr. 300.000 til at umsitingin og ráðgevi fara undir at lýsa verkætlanina, gera neyðugar kanningar og seta skipanaruppskotið í verk, og at at heimila umsitingini at bjóða verkætlanina út.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at taka undir við tilmælinum, og málið kemur fyri býráðið nú hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo