Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fuglafjarðar kommuna: Tá býráðið fyri Fuglafjarðar kommunu í fjør samtykti at byggja nýggjan barnaskúla, var samstundis sett hol á tilgongdina at fáa hetta útint í verki. Bygginevndin mælti til, at skipa arbeiðið í partalagi, sum hevur roynst væl í slíkum byggingum aðrastaðni. Partalagssamstarvið snýr seg í høvuðsheitinum um at tryggja at kommunan fær ein skúla til avtalaðan prís, til eina avtalaða góðsku, klárur at flyta inn til avtalaða tíð.

Í desember í fjør var gjørd partalagsavtala millum partarnar, sum skulu byggja nýggja skúlan í Fuglafirði. Partalagsavtalan var undirskrivað millum Fuglafjarðar kommunu, Heildarverk og MAP Arkitektar, LBF og SMJ.

Í tilgongdini at fyrireika byggingina, var komið til tað niðurstøðu, at best var um skjøtil var settur á útgrevstrararbeiðið sum tað fyrsta, so hesin partur ikki kom at seinka arbeiðnum. Sáttmáli var gjørdur við Heildarverk um arbeiðstøkuna og er arbeiðið um at verða liðugt. Arbeiðið hevur gingið sera væl.

Partalagið hevur hetta seinasta hálva árið arbeitt av øllum alvi at útgreina verkætlanina og hevur lagt arbeiðið soleiðis tilrættis, at arbeiðið skal ganga javnt og samt og ikki steðga upp. Sjálvandi verður eisini alla tíðina mett um kostnað, hvørt hann er innan fyri karmin, sum býráðiði hevur samtykt, ella ikki.

Ljóskastarin hevur verið varpaður á tey arbeiðir, sum koma beint eftir at útgravingin er liðug. Talan er um stuðlaveggir og betongveggir, sum er tað næsta arbeiðið sum fer í gongd. Tá vit koma út á heystið, er projekteringsarbeiðið fyri samlaðu loysnina komið so mikið áleiðis, at endaligur sáttmáli kann undirskrivast. Eftir ætlan verður takið lagt á høllina innan veturin byrjar.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo