

Tórshavnar kommuna: Eitt av stóru málunum, sum kemur fyri í morgin, er prinsippavtala millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um at fara undir tilgongdina at menna nýtt kampus á Frælsinum, og at kommunan fær ræði á Sjóvinnuhúsinum og ognunum í Hoydølum.
Onnur mál eru eitt nú fimleikahøll til skúlan í Kaldbak, vinnuútstykking á Ovara Hjalla, broyting av byggisamtykt fyri Tórsgøtu/Sverrisgøtu, bátahylar í Álakeri, við Sjógv og í Kaldbaksbotni, og grundøki til bátahøll hjá Havnar Róðrarfelag.
Og so kemur fíggjarætlanin fyri 2023 eisini fyri – hon skal sambært kommunulógini leggjast fram innan 1. oktober.
Býráðsfundurin byrjar kl. 16 og verður stroymdur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo