Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Stórar avbjóðingar hava verið við taklekum og lekum á suðursíðuni, tí er neyðugt at umvæla og forða fyri, at bygningurin ferst enn meira.

Bygningurin er gamal (bygdur í 1974), og hevur havt tørv á ábøtum í fleiri ár. Verkætlanin at umvæla og gera nýggja fasadu er býtt í trý stig. Í ár verður takið skift. Síðan verður suðursíðan gjørd og nýggjur klædning gjørdur um allan bygningin.

Avgjørt er at arbeiða við uppskoti, sum leggur upp til, at ein er trúgvur ímóti verandi arkitektoniska stíli, ið bygningurin hevur í dag. Tað merkir, at felt og linjur verða varðveittar, og at bygningurin verður klæddur við snøggum aluminiumsplátum.

Á byráðsfundi 27. apríl samtykti býráðið at tekjan verður skift í ár innan fyri játtanina á 2 mió. kr. og at raðfesta játtan til umvælingararbeiði fyri komandi fíggjarár 2024. Verkætlanin er mett at kosta tils. 6,7 mió. kr.

Karl H. Johansen, borgarstjóri, sigur um ætlanina:

“Tað er í tøkum tíma, at vit nú fara í holt við at fremja neyðugar umvælingar av okkara býráðshúsi. Um gongst sum ætlað, hava vit um eini 2 ár eitt býráðshús, sum er tingarligt og vakurt, og eisini eru vit trúgv ímóti upprunasniði. Við hesi umvæling verður býráðshúsið nútímansgjørt og ein bygningur, sum borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu vera stoltir av.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo