Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Týsdag frá klokkan 16:30 til 17:30 verður skipað fyri heilsufótbólti 60+ á Oyruni í Miðvági - Mynd: Hans Erik Danielsen

Týsdag frá klokkan 16:30 til 17:30 verður skipað fyri heilsufótbólti 60+ á Oyruni í Miðvági - Mynd: Hans Erik Danielsen

Týsdag frá klokkan 16:30 til 17:30 verður skipað fyri heilsufótbólti 60+ á Oyruni í Miðvági - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya varð í heyst skipað fyri einari granskingarverkætlan við heilsufótbólti 60+. Verkætlanin eydnaðist væl, og hevur FSF í hesum sambandi samskift við aðrar kommunur um líknandi tilboð fyri borgarar í 60+ aldursbólkinum.

Tí verður fegnast um, at bæði Sørvágs kommuna og Vága kommuna nú fara at bjóða heilsufótbólt fyri hendan aldursbólkin. Í farnu viku skipaði Fróðskaparsetur Føroya fyri skeiði fyri teimum, sum koma at standa fyri venjingunum, og nú er klárt hjá luttakarum at melda til.

– Eg eri sera glaður um, at vit nú kunnu bjóða okkara 60+ borgarum hetta tilboð. Eftir at hava fylgt við á síðulinjuni, hvussu hetta heilsuátak hevur riggað hjá Klaksvíkar kommunu, valdu vit eisini at bjóða tað út sum liður í ABC fyri sálarligari heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, ið vit eru partur av, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Kommunurnar í Vágum samstarva um heilsufótbóltin og hava savnað eitt toymið við fimm persónum, ið koma at hava ábyrgdina av venjingunum. Vant verður tó í tveimum ymiskum bólkum, ið koma at venja í ávikavist Vága kommunu og Sørvágs kommunu. Fyri fyrst verður vant í 9 vikur (fram til 30. juni), og um undirtøkan er góð, er ætlanin at byrja aftur í august mánað.

Eisini í Sørvági eru tey til reiðar at fara undir heilsfótbólt.

– Vit eru sera spent at byrja hetta tilboð, og vóna sjálvandi at okkara borgarar taka væl ímóti hesum, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri.

Venjingartíðir og tilmelding
Kunningarfundur fyri øll tilmeldaði verður á Dungasandi í Sørvági mikudagin 3. mai klokkan 16:30. Í samband við kunningarfundin verður eisini møguleiki at fáa gjørt eina heilsukanning.

Venjingartíðir, Vága kommuna
Týsdag kl. 16:30 – 17:30 í Miðvági
Fríggjadagin kl. 16:30 – 17:30 í Sandavági
Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/qxCuJngP68

Venjingartíðir, Sørvágs kommuna
Mánadag kl. 16:30 – 17:30 á Dungasandi í Sørvági
Mikudag kl. 16:30 – 17:30 á Dungasandi í Sørvági
Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/0bx8fKpLZc

Kontaktpersónur
Michael Gram, tel. 26 00 10
mgram260010@gmail.com

Hvat er heilsufótbóltur
Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið beinleiðis málrættaður til hendan aldursbólkin. Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo