Í síðstu løtu hevur tað eydnast at fáa Shamrock at framføra á C&B festivalinum í Sørvági.
Shamrock hevur sín uppruna í Miðvági og kunnu vit kanska kalla teir fyri teir føroysku Dubliners.
Manningin er Henrik Børgesen, sang/guitar, Marner Hansen, bass/sang og Petur Bærentsen, mandolin/sang.
Shamrock verða at hoyra leygardagin á lítla palli kl 17.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo