Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá ið Charles verður krýndur, verður Camilla krýnd undir lið hansara, skrivar The Guardian sambært VG.

Í samsvar við ynski hjá Elizabeth drotning, hevur Camilla verið umtalað sum «queen consort», sum sigur at hon er gift við einum ráðandi kongi. Fyri Elizabeth hevði tað verið «queen regnant» – ráðandi drotning. Men hvørki av hesum hava verið brúkt í Bretlandi, tí sitandi drotningin er The Queen.

Charles gjørdist kongur tá mamman doyði, og sostatt gjørdist konan drotning. Hovið boðaði skjótt frá at Charles fær sær konganavnið Charles III.

Sambært VG so er einki sagt um nær krýningin verður, men helst ganga nakrir mánaðir. Tá ið Elizabeth drotning tók við trónuni, tók tað næstan hálvannað ár áðrenn hon var krýnd í Westminster Abbey í London.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo