At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórsfest 2023: Síðan gjøgnumbrotið í byrjanini av 00’unum, hevur danski bólkurin Carpark North gjørt um seg. Teir eru ein kreativ trio, ið hevur megnað at verið dominerandi á danska rokkpallinum, við risahittum sum ‘Transparent and glasslike’, ‘Human’ og ‘Save me from myself’. Hetta hevur ført við sær, at Carpark North verið trúgvur gestur á bæði donskum og útlendskum hittlistum. 

Bólkurin er mannaður av bassspælarinum Søren Balsner, trummusláarinum Morten Thorhauge og sangarinum og guitarspælarinum Lau Højen, og eru teir kendir fyri at vera ógvuliga orkufyllir á pallinum. 

Carpark North spæla bæði eksplosivt rokk og akkustiskar og melidiøsar balladur. Teir skilja seg út frá mongdini, sum ein sera originalur bólkur og hava teir eisini vunnið fleiri virðislønir. Studiofløgurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið avíkavist platin, gull og platin sølutøl.  Vørumerkið hjá bólkinum er í alt størri mun vorðið góðu konsert framførslurnar og hevur hendan dugnaliga trio eitt internationalt ljóð, ið hevur ført við sær at bólkurin hevur spælt konsertir kring heimin. Tí gleða vit okkum serliga nógv til, at aftur fáa hesar føroyavinir á vitjan á havnargøtum 22.juli 2023, tá Tórsfest verður á skrá.

Frammanundan er greitt at Lukas Graham, Páll Finnur Páll og Peter Schmeichel & The Ones koma á Tórsfest og vit gleða okkum at kunngerða fleiri nøvn í næstum, tí Tórsfest verður ársins veitsla!

Forsøluprísurin til Tórsfest er 650 kr og prísurin hækkar 05.mai 2023. 

Atgonumerki fáast hjá Telebúðunum á Tvøroyi, í SMS, Hoyvík, Saltangará og í Klaksvík, í effo í Gundadali og á www.ebillett.fo.

Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, ETA, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo