Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Klokkan er nærum tíggju, og inni í stóra salinum í Norðurlandahúsinum er nú meira ella minni kvirt.

Eftir eru bara nøkur fólk, sum arbeiða við at rudda salin, umframt nøkur, sum eru 'backstage' – handan tjaldið.

Stutt frammanundan høvdu út við 400 fólk, harav mest ungar kvinnur, lurtað við andakt eftir 28 ára gomlu Ceciliu Jacobsen, sum í tveir tímar millum annað hevði greitt frá sínari sera truplu barna- og ungdómsárum í Danmark og Føroyum.

Unga toftadaman hevði eisini greitt frá sínum lestrarárum í Onglandi, og hvussu tað var at koma aftur til Føroya, og hóast hon frammanundan fyrilestrinum hevði boðað frá, at hon var sera nervøs fyri tí at skula tosa í 90 minuttir út í eitt í Norðurlandahúsinum, gav hon ikki fólki hesa fatan. Heldur hinvegin gav hon fólki ta fatan, at hon kundi havt tosað í 18 tímar út í eitt.

Ikki tí, at tað hevði bilt nakað.

Føroyar eru ikki ríkiliga signaðar við 'public speakers' - fólki, ið bæði liva og duga og elska at tosa alment -, og tað er eisini at trupult at liva av slíkum í einum so lítlum landi sum hesum, men talentið til at vera ein 'public speaker' hevur Cecilia so.

Cecilia rúnarbant Norðurlandahúsið
Cecilia, ið er tvørkynd, trein á pallin og rúnarbant fullsetta salin við sínari sera álvarsomu frásøgn. Hon er sjónliga troytt eftir drúgva fyrilesturin, men hóast hetta hómar ein á henni, at hetta var vert tað fyri hana, tí við einum sjáldsomum kokteyli av einum óvanliga frælslyntum humori og einari ómetaliga sterkari og rørandi lívssøgu, vann hon hjørtuni hjá ikki so fáum.

Á tí einu síðuni var tað sera undirhaldandi. Ferð eftir ferð fekk Cecilia fjøldina at bresta út í látur, men samstundis, tá alt kom til alt, vóru tað tær harðbalnu avbjóðingarnar og tær óneyðugu líðingarnar, sum fylgja við at vera tvørkynd/ur, tað, sum var eitt av teimum umráðandi snúningspunktunum í fyrilestrinum hjá Ceciliu.

Málburðurin hjá Ceciliu hevði neyvan verið hóskandi innan kirkjugátt, men í Suðuroy høvdu nógv bara ypt øksl og allarhelst verið yviberandi, fyri ikki at siga stuðlandi, um onkur hevði klagað um málburðin hjá henni – og sama hevði óivað verið galdandi ímillum allar teir ungu áhoyrararnar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið.

Jú, Føroyar eru eitt annað samfelag enn fyri 20 árum síðan, fyri ikki at tosa um fyri 50 árum síðan, bæði omanfyrinevnda viðvíkjandi, men eisini tá tað kemur til nýggjar vinnuvegir.

Sum er relevant í hesum føri, tí Cecilia, ella Ceecee sum hon rópar seg, fer nú undir virksemi sum persónligur ráðgevi, ella venjari, innan lívstílssmenning. Hon verður, sum ein sigur á enskum máli, ein 'personal development coach'. Hetta kom hon eisini stutt inná ímóti endanum av fyrilestrinum hjá sær.

Vil spjaða gleði
Tá VP hittir Ceciliu handan tjaldið eftir fyrilesturin, spyr VP, hvat tað inniber at vera ein 'personal development coach'.

Cecilia, sum er blíð og týð, greiðir frá, at hetta fína heitið inniber ”eitt samstarv ímillum ein 'coach' og ein 'klient', har man saman – annaðhvørt andlit til andlit ella á alnetinum - arbeiðir fram ímóti at hava inspirerandi samtalur, sum fáa fólk at hugsa meira ressursufult og uppá tann mátan uppnáa tað, tey vilja í lívinum – sum sjálvandi kann vera so nógv -, og hareftir loysa sínar trupulleikar.”

Fyri Ceciliu snýr 'coachingin' seg um at spjaða gleði. Tað er tað, hon livir fyri nú.

Cecilia greiðir frá í hesum sambandi, at hon megnaði at skapa gleði fyri seg sjálva burtur úr umstøðum, sum ikki vóru so jaligar. Hetta gjørdi hon, sambært sær sjálvari, við einari sinnalagsbroyting, eftir at hon verið tunglynt í longri tíð. Hetta hevur hetta relevans fyri 'coachingina', sum hon nú fer undir, sigur hon.

Ein sinnalagsbroyting skal til
”Coaching hevur øgiliga nógv við eitt 'mindsetshift' (eina sinnalagsbroyting) at gera. Eg síggi, at vit liva í einari verð, har terapi aldrin hevur verið so vanligt, sum tað er nú, men har fólk eisini eru meira ólukkulig, enn tey nakrantíð fyrr hava verið,” sigur Cecilia. Hon leggur aftrat, at tá hon sjálv uppnáddi omanfyrinevndu gleðina, fekk hon hug at deila hana við onnur fólk.

”Hjá mær sjálvari tók tað tvey ár at broyta 'mindset', men um tú gert tað við einum 'coach', kann tað taka eitt stað ímillum 1-5 mánaðir.

Og coaching var nakað, sum eg datt nokkso náttúrliga inní, vegna tað sum eg upplivdi sjálv í mínum egna lívi viðvíkjandi tí at finna gleði, og so vildi eg finna onkran máta at spreiða gleðina uppá. Coaching var so tað, sum eg helt passaði best til tað at spreiða gleði,” fortelur Cecilia.

”Men er hetta ikki nakað, sum tú ert nervøs fyri at fara undir? Hetta er jú ikki fiski- ella alivinna, sum vit tosa um, og fyri mong kann tað at vera ein 'personal development coach' tykjast sum ein býur í Kina.”

”Nei, eg taki tað, sum tað kemur. Eg setti mær fyri at útselja atgongumerkini til Norðurlandahúsið, og so gjørdi eg tað, og mítt næsta mál er nú kanska at hava nakrar líknandi fyrilestrar sum hendan aftrat kring landið,” svarar Cecilia avgjørd. Hon sýnist ikki nervøs fyri at fara undir hesa lívsleiðina, sum hon nú er farin undir, og er ivaleys um, at hon hevur nógv at bjóða, hóast ikki so lítið av tilfari finst á alnetinum um júst persónliga menning.

”Eg kann fyrst og fremst bjóða, at eg havi gjørt øll hesi tingini sjálv, sum eg nú bjóði meg fram til at 'coacha' í, og eg kann bjóða, at hesi tingini rigga.”

Cecilia sýnist at vera ein viljasterk ung kvinna, og sum ein sigur 'góða nátt' við hana og fer spákandi út í myrka november kuldan í høvuðsstaðnum, kann ein ikki lata vera við at gleðast um tað íkast, hon longu hevur givið og framhaldandi, vónandi, fer at geva til tað føroyska samfelagið.

Tí framtíðin er eitt óskrivað blað, og eingin lagna finst uttan tann, vit fremja í verki fyri okkum sjálv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo