

Tað er við eyðmýkt at eg takki hjartaliga fyri sýnda álitið at verða valdur til formann í Fólkaflokkinum.
Hesa stóru uppgávu taki eg á meg við stórari gleði.
Flokkurin hevur verið í tungum sjógvi.
Men vit eru framvegis sami flokkur, sum tit valdu til seinasta val. Vit eru ein borgarligur og frílyntur flokkur, sum byggir á kristnu vesturlendsku virðini.
Ongum nýtist at ivast í, hvar vit standa. Nú standa vit saman lið um lið til frama fyri okkara flokk og okkara politikk.
Fólkaflokkurin hevur í hesi samgongu fingið nógv av skafti.
Fiskivinnan hevur fingið tryggar og støðugar karmar og longu nú sæst, at risa íløgur verða gjørdar í fiskivinnuni. Tað eru framvegis avbjóðingar í heimaflotanum. Fólkaflokkurin fer at leggja stóran dent á at veita hesum týðandi partinum av flotanum hollar og varandi karmar.
Vit hava rokkið stórum málum á almannaøkinum. Øll lóggávan er dagførd og er eisini tryggjað okkara pensionistum meira at liva fyri.
Ferð er eisini sett á bygging av neyðugum stovnum at hýsa okkara borgarum við serligum tørvi. Ein bústaðarpakki er samtyktur, og nú verður ferð sett á íbúðabyggingina.
Á samferðsluøkinum eru tikin stór tøk í hesum samgonguskeiðinum.
Tunlarnir norður um Fjall eru í gerð, og skjótt verður sett á at bora til Fámjin.
Á fíggjarøkinum er samtykt trygg skipan við tilfeingisgjøldum, sum fylgir gongdini í marknaðarprísum. Eisini er samtykt skattalóggávu í samband við vinningi í sambandi við sølu av fiskirættindum. Henda lóggáva krevur tillagingar, og hesar eru vit í løtuni við at avgreiða.
Eg ætli mær beinanvegin saman við okkara ting- og landsstýrismanning og í tøttum samstarvi við okkara bakland, at seta í gongd arbeiðið at orða okkara framtíðarpolitikk.
Tað er mín vón, at vit fremja ætlanirnar, sum blivu stungnar út í samgonguskjalinum, eins og arbeiðið við nýggjari valskrá verður avgreitt í góðari tíð, áðrenn komandi val.
Fari at heita á lokalfeløg og veljarar kring alt landið at standa saman um okkara flokk, soleiðis at Fólkaflokkurin aftur verður størsti flokkur á komandi vali.
Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo