At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mangt bendir á, at koronafarsóttin ikki er liðug. Kanningarúrslitini benda á, at smittan spjaðir seg skjótt í Føroyum.

Talan er um sonevnda deltafrábrigdið, sum smittar serstakliga illa.

Royndir úr øðrum londum vísa eisini, at koppsetingin ikki gevur fullkomna verju móti hesum frábrigdinum av koronu.

Undir hesum umstøðunum er av stórum týdningi, at myndugleikarnir melda greitt út, hvørjar reglur eru galdandi.

Farsóttarnevndin mælir staðiliga frá, at festivalar verða hildnir. Orsøkin er løtt at finna.

Tað er sera stórur vandi fyri stórari smittuspjaðing, serliga tí festivalgestir standa tætt saman, og tí rúsdrekka eisini er uppií.

Løgmaður hevur eisini sagt alment, at tað verður mælt frá at halda festivalar, í hvussu so er ikki áðrenn 1. august.

Tá myndugleikarnir mæla frá, verður væntað, at tilmælini verða fylgd.

Tá landsstýrið meldar út og mælir frá, at tiltøk verða hildin, so eigur avleiðingin at vera, at tey tiltøk, sum mugu avlýsa vegna hesi tilmæli, eisini eiga at fáa fíggjarliga hjálp.

Tað er ikki í lagi, at fyriskiparar av almennum tiltøkum snøgt sagt ikki hava ráð at fylgja almennu tilmælunum.

Tí eiga festivalar, sum verða raktir av almennum tilmælum, at fáa endurgjald á sama hátt, sum landsstýrið hevur veitt endurgjald til ferðavinnuna, til føroyska ítróttin og til føroysk listafólk.

Avgerðin at steðga kanningunum við landamørkini longu 1. august eigur beinanvegin at vera endurskoðað soleiðis, at henda avgerð verður útsett við í minsta lagi einum mánaða.

Um gongdin við koronusmittuni ikki batnar út móti Ólavsøkuni, so er sjálvsagt eisini neyðugt at endurskoða, hvussu Ólavsøkan skal haldast.

Christian Andreasen,
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo