Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vandin fyri afturgongd altjóða búskapinum setir í løtuni skránna úti í heimi. Prísvøkstur skerjir keypsorkuna eins og rentuhækkingar tálma eftirspurninginum. Tí er vaksandi vandi fyri, at heimsbúskapurin endar í veruligari niðurgongd.

Stóri prísvøksturin og neiligu útlitini úti hóttir tíverri eisini búskaparliga framburðin hjá okkum. Tí tørvar okkum skjótast at fáa til vega røttu amboðini, so vit megna at standa móti búskaraparligum hóttafalli, sum alheims umstøðurnar kunnu orsaka.

Høgi prísvøksturin ger eisini gerandisdagin truplan hjá mongum húskjum, serstakliga hjá teimum við lágu inntøkunum.

Hóast rentuhækkingar er rætti lúturin at tálma altjóða prísvøkstrinum, vil hækkandi lánirentan eisini gerast steinur oman á byrðu, serliga hjá ungu húsaeigarunum, sum nýliga hava sett búgv.

Rættur politikkur
Hóast truplar tíðir undir koronusóttini, hava vit í Føroyum kortini staðfest munandi búskaparliga framgongd hjá okkum. Tað var tí rættur fíggjarpolitikkur at lata landskassan vera buffara í koronuniðurgongdini.

Vit nýtast ikki at falla í fátt. Føroyski búskapurin er stak væl fyri. Vælskipaða útflutningsvinnan hevur tað gott við effektivum rakstri, høgum prísum og framskygdum íløguætlanum. Almenna skuldin er lutfalsliga lítil og hóskandi vælferðarskipanir eru til taks.

Tað er ongin orsøk at stúra í Føroyum.

Í farnu viku kunngjørdi Hagstovan nýggj hagtøl. Tað vóru stórtíðindi, at okkara útflutningur aftur setti met við sløkum 11 milliardum krónum og einum vøkstri uppá 32%.

Politikkurin hjá samgonguni um forútsigiligar karmar til vinnulívið hevur virkað. Avleidda virksemið hjá okkara útflutningsvinnu eigur lívið í okkara vælferð og samfelag, soleiðis at okkara samlaða framleiðsla seinastu 12 árini er tvífaldað og útflutningurin meir enn trífaldaður.

Grønar loysnir
Á neiligu síðuni øktist kostnaðurin av innfluttari olju heili 66%  upp til 1,5 milliardir krónur, og støðan sær út at versna so hvørt sum orkuprísurin hækkar.

Tí er tað umráðandi at reka politikk við tí endamáli at minka um okkara bundni av olju, soleiðis at vit fremja neyðugu umleggingina á landi frá olju til varandi orkukeldur. Eisini eigur politiski myndugleikin at eggja vinnulívið á sjónum at gera íløgur í orkurættar loysnir.

Høgi oljuprísurin ger, at flestøll endurskoða oljunýtsluna. Húski velja grønar loysnir og fyritøkar broyta og tillaga íløgurnar, so tær eisini verða so orkurættar sum gjørligt. Politiski myndugleikin eigur við serskipanum at eggja øllum at velja grønu leiðina, eins og allur almenni geirin skal hava umstøður at seta meira ferð á grøna orkuskiftið.

Hjálparpakki og skattalætti
Landsstýrið er í holt við at greina, hvussu tað almenna kann veita serstaka skundhjálp til teirra, sum hava ilt við at rinda hvørjum sítt av vaksandi inflatiónini og ikki minst orsakað av hækkandi oljuprísunum.

Skjót hjálp er dupult hjálp, verður sagt. Tí er umráðandi at landsstýrið skjótast ger átøk, sum hjálpir, har tað tørvar mest. Skundhjálpin verður tíðaravmarkað og er at vóna, at hon fær virknað stutt eftir ólavsøku.

Sambært búskaparfrøðingum, so er væntandi, at fíggjarligu umstøðurnar fara at batna út á veturin og fer kríggið í Ukraina at linka, fer tað beinanvegin at ávirka prísgongdina rætta vegin.

Samstundis sum arbeitt verður við hjálparpakkum til teirra, sum treingja mest, skal landsstýrið eisini arbeiða við langtíðarloysnum, sum tryggja haldføri í búskapinum. Har eigur landsstýrið m.a. at endurskoða skattaskipan við tí endamáli at lata skattalætta, har tær lægstu inntøkurnar fáa størstu úrtøkuna.

Ásannandi at kommunurnar krevja bróðurpartin av skattinum av lægru inntøkunum, eigur landsstýrið at samskipa skattalætta við kommunala geiran.

Talan verður um eina skipanarbroyting, og tí er besta loysnin, at so breið semja sum gjørligt fæst á hesi neyðugu tillagingini í skattaskipanini.

Styrkja haldførið
Lægri lønarskattur krevur fígging. Á inntøkusíðuni eiga land og kommunur tí at semjast um reguleringar í verandi brúkara- og tænastugjøldum. Í tilgongdini eiga báðir partar at seta sær fyri at effektivisera raksturin, so inntøkurnar røkka betri.

Hóast tann einstaki í ávísan mun kann laga sína nýtslu, so kunnu økt brúkaragjøld raka sosialt skeivt.

Tí eigur landsstýrið í eini skattanýskipan at gera tillagingar í almannaveitingum, har útgjald eftir greiðum leisti verður veittur til teirra, sum ikki fáa fyrimun av nýskipanini.

Í avbjóðandi tíðum ræður um at taka røttu loysnirnar – og ikki altíð tær siðbundnu. Tí eigur politiski myndugleikin at gera broytingar á skattaøkinum, sum fara at gera haldførið hjá landskassanum betri, samstundis sum tað gerst meira hugaligt hjá løntakarunum at forvinna til lívsins uppihald.

Christian Andreasen, form. Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo