Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Hon verður ein av gestarøðarunum á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum tann 21. mai á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. 

Christina Krzyrosiak Hansen er sosialdemokratiskur borgarstjóri í Holbæk. Í 2017 bleiv hon sum bert 25 ára gomul yngsti borgarstjóri í Danmark nakrantíð. Á kommunuvalinum í 2021 bleiv hon endurvald við heili 46% av atkvøðunum í Holbæk. Tað er met.

Spátt verður, at Christina Krzyrosiak Hansen hevur eina bjarta framtíð í bæði kommunu- og landspolitikki í Danmark, nú hon megnaði at endurvinna borgarstjórasessin í Holbæk. 

Á landsfundinum verður eisini politiskt orðaskifti, og Aksel V. Johannesen heldur formansrøðu. Landsfundurin byrjar leygarmorgunin 21. mai kl. 09:00 við morgunmati. Smyril siglir úr Havn fríggjakvøld kl. 18:30 og leygarmorgun kl. 07:00.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo