Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hiddenfjord er fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks.

“Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt,” sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. “Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát.”

Ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur flogvegis. Útlát frá flogfrakt er ein týðandi partur av samlaða CO2-útlátinum í heiminum. Ein kanning, sum norska kanningarstovan SINTEF gjørdi í 2020, vísur, at flogfrakt elvir til umleið fimmti ferðir meira CO2 samanborið við frakt, ið verður flutt sjóvegis.

At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum hevur ikki verið ein løtt uppgáva hjá Hiddenfjord. Hetta hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti.

“Í fyrstani hildu keyparar uttanlands at vit vóru ør at taka eina slíka avgerð,” sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. “Men við tíðini hava vit prógvað, millum annað við smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, at okkara laksur, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin, og harumframt heldur hann sær longri.”

Niðanfyri sæst ein filmur, ið er framleiddur í sambandi við dagin, har Hiddenfjord eggjar øðrum í matvøruvinnuni at taka stig til at minka um síni CO2-útlát. 

Sí filmin niðanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo