At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Tá korona byrjaði í 2020, var man beinavegin klárur at bjarga vinnulívinum. Tað var deilt út við koronapakkum, einum fyri og ørðum eftir.”

Soleiðis byrjar eitt lesarabræv í dag frá Kára Johansen, býráðslimi fyri Javnaðarflokkin í Havn.

Við hesum vil hann vísa á, at einki verður gjørt fyri hært sperdar borgarar, tí samgongan hugsar bara um vinnulívið.

Kári er ikki tann fyrsti, sum kemur við hesum pástandinum, og hóast eg fyrr havi víst hesum aftur, so loyvi eg mær at endurtaka:

Fyrsti hjálparpakkin í sambandi við korona snúði seg fyrst og fremst um arbeiðsfólk og ikki so nógv um vinnuna. Lógin um ALS bleiv broytt, soleiðis at fólk sum arbeiddu niðursetta tíð, orsaka av koronu, fingu rætt til arbeiðsloysisstuðul, hóast tey ikki vóru arbeiðsleys. Eisini bleiv dagpeningalógin broytt, soleiðis at fólk í sóttarhaldi kundu fáa dagpengar, hóast tey ikki vóru staðfest at vera sjúk.

Við hjálparpakka 2 fingu fólkapensjónistar, sum høvdu arbeiði, rætt til dagpengar, um tey blivu raktir av koronu, ella máttu í sóttarhald. Eisini vóru onnur átøk sum millum annað hjálptu vinnuni, men eitt av endamálunum við tí var júst at forða fyri hópuppsøgnum.

Hjálparpakki 3 skuldi millum annað tryggja at fólkapensjónistar, sum vóru sjálvstøðug vinnurekandi, ikki vóru fyri brádligum inntøkumissi av koronu.

Eisini kundu listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligir felagsskapir fáa stuðul.

So tað er beinleiðis ósatt, tá sagt verður, at samgongan bara vil hjálpa vinnuni og ikki borgarunum í landinum.

Sjálvandi fer samgongan ikki at lata fólk sita køld ella svong, nú prísirnir eru nógv hækkaðir.

Men eins og í sambandi við kororna, so er neyðugt at seta møguligar hjálparpakkar rætt saman, soleiðis at teir ikki gera størri skaða enn gagn.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo