Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

GIGNI, ið skal veita heilsutilmæli til børn og ung, boðar á heimasíðu síni frá, at fyri at nøkta tørvin á D-vitaminum er gott at eta feitan fisk sum laks, sild og makrel.

Á myndini, ið løgd verður fram, er ikki víst ein sild ella makrelur, men ein alilaksur.

Hetta kann sigast at verða sera átaluvert, tí just alilaksur hevur í sær ein fullkomuliga skeiklaða javnvág av Omega 3 og Omega 6 fitisýrunum.

Ja, D-vitaminið hevur stóran týdning fyri heilsu og ikki minni beinagrind. Men myndin frá GIGNI vísir ein ost, egg, ertrar, og allarhelst smør, vísir eisini ein alilaks. Egg ostur, ertar v.m. er heilsugoð føði, men tað er alilaksur ikki - tvørturímóti.

Fiskur úr sjónum hevur í sær D-vitamin, ið er ein blanding av Omega 3 og Omega 6 fitisýrum. Hesar sýrur fær fiskurin frá síni føði, sum kann verða algur og skeljadjór. Sild, makrelur, havtaska, lodna, svartkjaftur, ansjos og sardin hava stórt innihald av fiti/olju, ið stendur í javnbjóðis býti millum Omega 3 og Omega 6 fitisýrunum.

Villur laksur hevur eitt fitiprocent á 4% til 5%, meðan fitinøgdin i aldum laksi er 20% til 25%. Trupulleikin við alda laksinum, burtursæð frá ógvusliga neiliga árinið á sjóumhvørvið og lívfrøðiliga margfeldni, er. at føðin ikki er alga ella skjeljadjór, men ein blanding av pelagiskum fiski og plantufóðuri. Gott helvt um helvt her hjá okkum.

Pelagiskur fiskur er sera heilsugóður, eisini tí tað er ungfiskur, meðan plantufóðurið, sum er ein blanding av GMO-soya (uml. 25%), rapsolju (uml. 15%) og hveiti (uml. 10%), skeiklar nøgdina av Omega 3 og Omage 6 fitisýsujavnvágini. Og orsøkin er mestan GMO-soyaparturin, ið hevur sera høgt innihald av Omega 6 fitisýru.

D-vitaminið hevur í sær báðar hesar fitisýrur, men frá fiti- og oljuríka alilaksinum er heilt avgerandi neyðugt, skal nakað heilsugott spyrjast burturúr, at javnvágin millum Omega 3 og Omega 6 er hin sama - altso 1:1 og ikki meira enn 1:4.

Í alilaksinum vísa kanningar frá DTU og eini røð av uttanlands granskingarstovum, at Omega 6 nøgdin er 20 til 30 ferðir størri í mun til Omega 3.

Uttan at fara í torføra greining, hvør munurin er millum hesar báðar fitisýrur, er talan um, at báðar hoyra til bólkin fleirómettaðar fitisýrur. Omega 6 hevur eina eyka kolevnisbinding í sínum streingi, ið hevur við sær arachidonsýru, meðan Omega 3 inniheldur eicosapentaensýru.

Arachidonsýra ger, at blóðæðrar trekkja seg saman, at blóðið koagulerar, og at ein brunatilgongd íkemur; just øvugta av virknaðinum frá eicosapentaensýru.

Tá báðar fitisýrur eru í javnvág, verður tosað um eina heilsugóða og neutrala brunastøðu fyri likamið, at blóðæðrar eru í lagi, og týdningarmikil føðsluevni verða flutt í likaminum.

D-vitaminið er alneyðugt, men er javnvágin millum Omega 3 og Omega 6 ikki hin rætta og í mestan mun 1:4, er matvøran - her umrøddi alilaksurin - á ongan hátt ein matvøra, sum gevur góða heilsu, tvørturímóti, og avgjørt ikki nakað børn eiga at eta.

Tað kann tí átalast, at GIGNI leggur fram kunning um týdningin av D-vitaminum og so vísir eina mynd av aldum laksi.

Rætti og heilsugóði fiskurin átti hinvegin at verið sild, makrel, havtaska, smákalvi, lodna, ansjos, sardin ella ein villaksur, ið tíanverri er vorðin álvarsamt hóttur at verða avoyddur - av just alivinnuni.

Viðmerkjast kann, at kosttilmælið frá november 2018 frá EFSA, ES-matvørustovninum, mælir til, at vaksin eiga at minka sítt alilaksaát við 90%, meðan børn slettis ikki mugu eta henda fisk.

Orsøkin er álvarsligur heilsuvandi og menning hjá børnum.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo