

Hóast bretski forsætisráðharrin Liz Truss bert hevur sitið í sínum embæti í stutta tíð, so eru fleiri eygleiðarir samdir um, at hon verður neyvan drúgv.
Orsøkin er fyrst og fremst ein ætlan um stórar skattalættar og aðrar búskaparligar broytingar, sum ikki vóru fíggjaðir. Marknaðirnir mistu alt álit á Liz Truss og avleiðingarnar vóru eitt nú at bretska pundið viknaði sera nógv eins og láns- og partabrøv rapaðu í virði.
Hon hevur síðani roynt at bøtt um støðuna, eitt nú við at siga fíggjarmálaráðharranum úr starvi og avlýsa ætlaðu broytingarnar, men tað hevur onki hjálpt.
Nú eru sjálvt hennara egnu í konservativa flokkinum farin at venda henni bakið, men enn er onki frætt um, hvør í so fall skuldi avloyst hana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo