Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kommunurnar í Vágum skriva søgu, nú avtala er gjørd um, at dagtilhaldið Virkni kemur at húsast í barnagarðinum Miðgarði.

- Vit í Vágum ganga nýggjar leiðir við at børnini og tey eldru koma at skapa ein gerandisdag saman. Aðrir barnagarðar í oynni hava eisini møguleika at verða partur av ætlanini.

- Henda avtala kemur at gera, at børnini og tey gomlu, saman við starvsfólkum, kunnu vera sum eitt húski, har eisini er brúk fyri ommum og abbum.

- Tað er ein ótrúliga stórur kærleiksfullur bólkur av eldri fólkum, sum sita einsamøll heima um dagin, samstundis sum vit missa við, at sambandið millum tey eldu og tey smáu børnini blívur meira og meira fjart.

- Tað eru fleiri ting, sum børn og eldri kunnu hava saman. At lesa søgur, sangur, kvæði, rímir, sansiróð, baka, verkstað og nógv annað, sum kann verða partur av hesi nýggju/gomlu mentan.

- Tað er við góðum treysti, at starvsfólkini á báðum arbeiðsplássum fara undir at  seta í verk hesa mentan, at vera partur av einum virknum gerandisdegi, sum gevur meining. Vit fara øll at minnast gamlar dagar, tá vit sótu í føvninginum á teimum elstu í húskinum og hoyrdu rím og ramsur.

- Kanningar vísa, at eitt vælskipað virkið dagtilboð til tey eldru, seinkar tørvin á at koma á røktarheim í 2 ár. Við at hava vælskipað dagtilboð, rehabilitering og ikki minst, at verða har fyri tey, tá tey á ein ella annan hátt vera førleikaskerd, ella ov einsom, ella  tá minnissvíkur byrjar, er umráðandi, tí tað er eisini famliljan rundanum, sum treingir avlastning, og hetta verður ein verulig avlasting, sigur fyrireikingarbólkurin.

Í sambandi við hetta stóra frambrotið, verður móttøka í dagtilhaldinum Virkni í Miðgarði fríggjadagin tann 30. oktober millum kl. 1530 og 1730.

Halldis Joensen, leiðari fyri Heimatænastuna, bjóðar vælkomin og greiðir frá tilboðnum
Mirjam Kjølbro, leiðari fyri Miðgarð, sigur nøkur orð
Lydia Laksafoss, formaður fyri Vága pensjónistafelag sigur nøkur orð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo