Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjálvsagt sera óheppi við ferðsluóhappi í Sandslíð í morgun. Vónandi fóta tey sær skjótt og væl.

Eitt óhapp sum hettar varpar eisini ljós á ferðslutrygdina í Líðini. Tað er gott at Løgtingið hevur sett pening av til Landsverk at projektera og gera betraða vegaføring í Líðini. Hendan projektering fer at vera liðug nú.

Uppá spurning frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um eg taki undir við at flyta játtan í inniverandi ári, frá Sandslíð til Dalstunnilin, havi eg sagt ja. Ikki fyri at forða arbeiðinum í Sandslíð, men fyri at fáa liðugtgjørt Dalstunnilin skjótast gjørligt.

Vinnulívið tekur undir við loysnini.

Harafturat fáa vit í ávísan mun fleiri flugur við eitt smekk. Grótið úr Dalstunlinum hevur verið brúkt til at breiðka landsvegin gjøgnum Húsavík, partvíst nýggjan veg til Skálavíkar, og til at breiðka vegin í Sandslíð.

So eg taki avgjørt undir við og arbeiði fyri at fáa gongd á aftur Dalstunnilin beinanvegin, so vit í komandi ári, seta í verk nýprojekteraða arbeiði við eystasta parti av vegnum gjøgnum Sandslíð.

Samstundis kunnu vit brúka grótið úr Dalstunlinum, til at breiðka heimara partin av Líðini.

Vit vinna mest við at hjálpa báðum verkætlanum, heldur enn at seta tær upp í móti hvørjum øðrum.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo