Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Arbeiðið við Dalstunlinum er steðgað upp fleiri ferðir. Fyrr í ár varð boðað frá, at vantandi játtan ger, at arbeiðið við tunlinum varð steðgað. Nú má gongd koma í aftur, og tí leggur Aksel V. Johannesen eykajáttan fram vegna Javnaðarflokkin, sum skal fáa ferð á arbeiðið.

Bara 9 mió. kr. um árið vórðu játtaðar árini 2020, 2021 og 2022. Í eykajáttanini, sum Javnaðarflokkurin leggur fram nú, so verða 5 mió. kr. játtaðar aftrat.

Samstundis sum Løgtingið ikki játtar nokk av pengum til verkætlanina Dalstunnilin, so játtar Løgtingið pening til nýggjar verkætlanir, sum ikki eru fyrireikaðar og tískil heldur ikki klárar at fara í gongd.

- Áðrenn vit fara undir nýggjar verkætlanir, so eigur neyðugur peningur at verða játtaður til tær verkætlanir, sum longu eru í gongd, so hesar eisini kunnu gerast lidnar, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Arbeiðið við at gera Dalstunnilin fór í gongd á sumri 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo