Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg stilli upp fyri Fólkaflokkin, og eri ómetaliga takksamur og errin av at fáa møguleikan at verða eitt gott umboð fyri Fólkaflokkin og alt Føroya fólk.

Eg búgvi í Hoyvík saman við familjuni, og eg eri glaður fyri at vit valdu at keypa hús í Hoyvík, tí her er gott at búgva. Eg havi slitið mínar barnaskógvar og ungdómsár á Skálafjørðinum, og eru uppvaksin í einum góðum og tryggum heimi, har eg havi fingið nógv gott í “beini” frá mínum foreldrum. Hettar eri eg ómetaliga takksamur fyri, ein góðan uppvøkstur og tryggar karmar, einki er betri enn at byrja lívið við tí.

Til dagliga arbeiði eg á Rainbow Seafood, har eg eri ein av eigaranum. Eg havi í mong ár arbeitt innan fiskivinnuna, og fingist við keyp og sølu av fiski. Føroyar sum land er í eini serstøðu, vit eiga eitt gott fiskivinnuríkidømi, sum er við at breyðføða mangar familjur í Føroyum.

Eg havi nógv hjartamál, og komi komandi dagarnar at vísa á ítøkilig mál, sum hava mín áhugað. Men tað er ómetaliga týdningarmikið at politiska skipanin verður við til at tryggja vælferðina komandi árini. Eg stilli upp tí at eg ynski at gera mítt til, at Føroyar framhaldandi skal teljast ímillum bestu lond at búgva í. Vinnan skal hava góðar og tryggar karmar at virka undir, soleiðis at vinnan framhaldandi kann endurnýggja seg og mennast. Eg eri arbeiðsamur og seti mær høg mál, og fari í komandi døgum at vísa á míni heilt konkretu hjartamál, so tit koma at hoyra og síggja meira til mín.

Eg bjóði meg fram, so um veljarin ynskir framburð, vilja og ein arbeiðssaman mann á Føroya løgting, so er at seta krossin á rætta stað, far á val og vel Dánial Hansen á lista A.

Dánial Hansen
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo