Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur og Dánial Pauli Lervig hava longt sáttmálan, og, so leirvíkingurin, sum kom vestur at spæla í fjør, heldur fram í 07 Vestur. 

30-ára gamli verjuleikarin, sum meginpartin av fótbóltslívinum hevur leikt við Víkingi, hevði annars verið trý tey seinastu árini í HB, tá hann flutti vestur til 07 Vestur áðrenn seinasta kappingár, og bleiv ein týðningarmikil leikari í miðverjuni og á vinstra bakki.

Dánial Pauli varð umráðandi tilgongd í fjør, og kann roknast við at vera ein stuðulsleikari aftur í ár. Hann varð av mest leikandi spælarunum hjá 07 Vestur í fjør og spældi 21 dystir íroknað steypakappingina, og byrjaði inni í øllum uttan einum.

07 Vestur spældi venjingardyst leygardagin móti ÍF í Sørvági, og vann 4-1. Í øllum førum tveir venjingardystir afturat áðrenn kappingin byrjar. Fyrsta umfar verður móti júst barndómsfelagnum hjá Dánial Paula, Víkingi, leygardagin 5. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo