Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Daniel Johansen er boðsendur til dystirnar móti Litava og Turkalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Daniel Johansen er boðsendur til dystirnar móti Litava og Turkalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Daniel Johansen er boðsendur til dystirnar móti Litava og Turkalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrr í vikuni kunngjørdi Hákan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi. Millum teir úttikna, var Ári Mohr Jónsson úr HB.

Men nú er greitt, at kviki vongurin hjá teimum reyð-svørtu kortini ikki verður við í flogfarinum, sum nakrar minuttir í nýggju í kvøld setir kós móti litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius, har Litava og Føroyar spæla hósdagin klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð.

Ári Mohr Jónsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og mett verður, at hann ikki verður nóg birgur til landsliðsfótbólt í næstum. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir liðfelaginum hjá Ára, Daniel Johansen.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Hørður Askham, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Daniel Johansen, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

Atgongumerki til dystin móti Turkalandi, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 25. september klokkan 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo