Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Danir keypa nógv á netinum úr Stórabretlandi. So nógv, at nú stúra myndugleikarnir fyri, at tað verður ein skelkur tá Brexit verður veruleiki á nýggjárinum - um bara hálvan annan mánaða. Tá er skiftistíðin av, og tollur og onnur avgjøld fara at gera, at vørurnar dýrka heilt munandi.

- Vit kunnu taka eitt par av skóm sum dømi. Kosta teir 1.200 krónur í dag so kostar sama parið 1.780 krónur eftir nýggjár, sigur Henrik Pagh Kold, sum er brexit serkønur í danska Tollstýrinum. 

Lýsingarherferðin fer at vera á netinum, og hon fer at venda sær til teirra sum handla á netinum. Minst til at kanna prísin, áðrenn tú trýstir á "keyp", fer boðskapurin millum annað at ljóða.

Kanningar hava víst, at annar hvør dani ikki er greiður yvir, at prísirnir fara at hækka so nógv á nýggjárinum.

Sambært kanningini E-handel i Norden keypa danir mest á netinum úr Stórabretlandi. Harnæst koma Týskland, Kina og USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo