Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í altjóða felagsskapum, har Føroyar eru umboðaðar saman við Danmark ella Grønlandi, er tað Danmark sum greiður atkvøðu, t.v.s. tekur avgerðir okkara vegna.

Hettar er galdandi í Arktis, hóast Danmark ikki er eitt land í Arktis, men Føroyar og Grønland eru.

Sama er galdandi í fiskiveiðifelagsskapunum NAFO og NEAFC, sum hava stóran týdning fyri Føroyar.

NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) skipar fiskiskapin á m.a. Flemish Cap, meðan NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) skipar fiskiskapin í altjóða sjógvi um okkara leiðir.

Danmark hevur havt tað siðvenju bert at greiða atkvøðu í NAFO og NEAFC, tá Føroyar og Grønland eru samd.

Hettar er ein stórur trupulleiki, tí Føroyar og Grønland hava hvør síni áhugamál í altjóða sjógvi, og draga tí ikki altíð somu línu.

Vit hava áður mist virðismikil rættindir orsaka av hesi skipan.

Flest øll eru samd um, at skipanin ikki er gagnlig fyri nakran og má broytast sum skjótast.

Eitt fólkatingsumboð fyri Fólkaflokkin vil arbeiða fyri, at DFG-skipanin verður broytt, so tað er Føroyar sum taka avgerðir í øllum málum, sum hava við Føroyar at gera.

Vel Fólkaflokkin.

Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo