Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað er gleðiligt at kjak er komið burturúr, og tøkk fái Sune Jacobsen, at hann gevur sína meining til kennar. Hann skrivar ikki undir, men tað eru tað lukkutíð fleiri onnur sum gera.

At mæla til at óglida eina avgerð hjá Føroya Rætti fyri 50 árum síðani er at hanga fastur í fortíðini, og tað er vandamikið. Vit mugu koma burturfrá hesum hugburðinum og hyggja frameftir.

Um treytirnar eru, at dansistovan bert kann nýtast til biograf og dans, so má staðfestast at hesar eru bæði tambaðar og sprongdar fleiri ferðir.

Dansistovan hevur hýst m.a.: Bingo, tunnusláing, ársins songrødd, brúdleypum, róðrarveitslum, politiskum fundum, countryfestivalum, nýggjárshaldum, vekingarmøtum, konsertum, sirkus, klubbavirksemi, musikkstevnum, páskastevnum og fyri ikki langari tíð síðan eini jarðarferð.... jú, skjótt er at gloyma.

Og tað er júst tað dansistovan skal brúkast til. Eitt bygdarhús har fólk kunnu savnast til alskyns tiltøk, og sum rúmar 300 fólkum um neyðugt.

At knýta eina ítróttarhøll uppí hetta málið er at flyta fokus. Tað er pláss fyri báðum.

Sjálvsagt spyrja fólk hvat krevst at gera og hvat hetta kostar.

Stuðulsbólkurin mælir til eina minimalistiska loysn, har tað verður skrætt innanúr, og at brúka tað ráa og modernaða beton-lookið. Bjálvað verður so útifrá.

Tað sum umræður í fyrstu syftu, er at fáa skift takið, so at tað ikki lekur meira og fáa hita á bygningin.

Møguliga kann jarðhitaskipanina úr sandinum skoytast uppí, so vit fáa eina grøna loysn.

Alt nýtist ikki at gerast beinanvegin, men í stigum.

Sørvágur varð heldur ikki grótlaðaður eftur einum degi...

Preben Hansen, ráðg. verkfr., sigur í kanningini, at tað kostar seks milliónir at uppgradera bygningin, við einum fermeturprísi á kr. 12.000. Seks milliónir fyri eina ”nýggja” dagførda dansistovu.

Alternativið er - sum Jóhan á Ørg vísti á - at fáa dýrastu fløtu í bygdini. Vit fáa 862 slættar fermetrar, fyri fýra milliónir krónur. Fýra milliónir krónir - fyri onki!

Ungdómshúsið í Sørvági er ein sólskinssøga, og tað hevði verið eitt fínt hugskot at flutt virksemið oman í dansistovuna.

So kundi Sýslan verið sett til sølu og hetta kundi fíggja ein part av kostnaðinum. Eitt ungdómshús í hjartanum á bygdini har tað natúrliga hoyrir heima.

Frítíðarskúlin, ið fyribils eisini heldur til í Sýsluni kann eisini fara sama veg. Betri staðseting finnist ikki, ímillum fótbóltsvøllin og spæliplássið, burtur frá tungari ferðslu ígjøgnum bygdina.

Tað gamla ”ungdómshúsið” í bygdini lá eitt hanagleiv frá dansistovuni, og hóast karmarnir ikki vóru teir mest glæsiligu, so stórtreivst ungdómurin kvøld eftur kvøld í kioskini hjá Pól Jakku, sum ikki er til longur.

Í grannakommununi duga tey at síggja virði í at hava eitt bygdarhús, og Vága kommuna keypti sjálvsagt bygdarhúsið í Miðvági, tá møguleikin beyðst.

Neyvan er tað tí at tey vilja bróta tað niður, sjálvt um hóskandi úrtøka ikki spurdist burturúr at hava dans, hjá teimum sum seldu.

Til tess er víðskýgni ov stórt hinumegin Vatnið.

Teimum kunnu vit læra av.

Thordis Skaalum, Eron Debes og Regin Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo