Jon Stephensen hevur avgjørt at taka seg úr Moderatunum og heldur fram sum uttanflokkamaður í Fólkatinginum.
Hetta merkir at stjórnargrundarlagið hjá SVM er meira veikt nú.
SVM hevur nú 88 sessir, tá eru føroysku og grønlendsku limirnir ikki taldir við.
Og missa stjórnarflokkarnir ein sess afturat, so hevur SVM ikki meiriluta til at fáa síni uppskot samtykt hetta valskeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo