- Lutfalsliga færri føroyingar fara í framtíðini at vera í arbeiðsførum aldri, og parturin, sum fer at tørva røkt, fer at vaksa. Tað fer at leggja trýst á almennu útreiðslurnar. Føroyar hava í verandi hákonjunkturi havt hall á fíggjarlógini, sum vísir á, at tørvur er á broytingum.
Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjastu greiningini hjá danska tjóðbankanum av føroyska búskpinum.
Kreppan sum hevur rakt heimsbúskapin hevur eisini rakt Føroyar, men eitt sterkt vinnulív og hákonjunktururin gera, at búskapurin megnar kreppuna, verður eisini sagt, men tað fer sannlíkt at vera torførari hjá føroysku sethúsaeigarunum at gjalda sína skuld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo