Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Felagið hjá privatum donskum íleggjarum var á vitjan í Føroyum í september. Og talan var um ein framúr væleydnaðan túr, skrivar blaðið hjá felagnum, Aktionæren, í seinastu útgávuni.

Vitjað var hjá børsskrásettu fyritøkunum BankNordik og Bakkafrost, og har fingu privatu íleggjararnir eftir øllum at døma góða kunning og rundvísingar.

- Skulu vit døma eftir evalueringini aftaná túrin, var tað ein heilt fantastisk uppliving at vitja í Føroyum. Luttakararnir góðu bara toppkarakter, antin 4 ella 5 út av 5 møguligum, stendur í blaðnum. 

Dansk Aktionærforening skipar fyri túrum fyri limirnar kring allan heimin, millum annað fyri at vitja áhugaverdar fyritøkur. Í mars 2019 verður farið til Suðuramerika. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo