Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Danskir miðlar gera nógv burturúr sínamillum fiskiveiðuavtaluni sum Føroyar og Russland gjørdu fríggjadagin, og sum nærum allir teir politisku flokkarnir í Løgtinginum standa aftanfyri.

Í Politiken í dag er serfrøðingurin Jens Ladefoged Mortensen, sum er lektari við Instituttið fyri stjórnmálafrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, endurgivin fyri at siga, at føroyingar seta kílar í samanhaldið hjá vesturheiminum ímóti Russlandi, og tað kann fáa onnur at ganga somu leið, so alt at enda dettur sundur.

- Tað er ikki business as usual, tá føroyingar velja at endurnýggja avtaluna við Russland. Tað sendir eitt signal til Russlands um, at rivur eru um at koma í sanktiónsmúrin hjá vesturheiminum, og at øll eru ikki við meira, sigur lektarin, sum ikki ivast í, at Russland sær avtaluna við Føroyar sum ein sigur sum kann brúkast til onnur endamál eisini.

Tað heilt avgerandi er kortini, hvussu Føroyar fara at verja avtaluna fyri umheiminum, og at føroyingar annars ikki lata seg brúka í einum russiskum PR-stunti, til dømis við at fara til Moskva at undirskriva avtaluna, sigur lektarin við Politiken.

Eisini Danmark er sett í eina trupla støðu av føroysku avtaluni við Russland.

- Øðrumegin standa vit saman við ES og Nato ímóti Russlandi. Men vit hava eisini ein ríkisfelagsskap, sum vit vilja virða. Danmark vil ikki diktera hvat Føroyar skulu gera. Men samstundis bera føroyingar seg eftir okkara tykki ikki rætt at. Tað kann skjótt raka okkum aftur, um vit geva Russlandi tað fatan, at vesturheimurin ikki stendur saman, sigur Jens Ladefoged Mortensen við Politiken.

Les eisini:

Sínámillum fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland fyri 2023
Danir í øðini inn á avtaluna sum Føroyar hava gjørt við Russland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo