Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmaður hevur avgjørt at Dátueftirlitið, ið er stovnur undir Løgmansskrivstovuni, í næstum skal flyta inn á eystara arm á Skálafjørðinum. Avgerðin um at Dátueftirlitið skal flyta hevur verið til ummælis hjá Dáturáðnum, ið tekur undir við avgerðini.

Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum sigur, at: “Dátueftirlitið er í tí støðu, at núverandi høli í Havn er óhóskandi. Tí er neyðugt at finna nýggj hóskandi hølir. Ein staðseting á eystara armi á Skálafjørðinum kemur ikki at ávirka okkara virksemi.”

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen sigur, at: “Vit eiga altíð at miðja í móti, at almenn arbeiðspláss eru staðsett kring alt landið. Men vit skulu ikki flyta stovnar fyri einhvønn prís. Tað má altíð geva meining og ikki ganga útyvir tænastuna. Í hesum førum skal Dátueftirlitið hava nýggj høli, og tí er upplagt at finna nýggj hølir uttanfyri Havnina. Eg fegnist um at stjórin og Dáturáðið taka undir við ætlanunum.

Farið verður nú undir tilgongdina at fyrireika flytingina, herundir at skipa fyri útboðið av møguligum hølum á eystara armi á Skálafjørðinum.

Á Dátueftirlitinum starvast 6 starvsfólk. Dátueftirlitið virkar sum skrivstova hjá Dáturáðnum, og hevur til uppgávur at hava eftirlit við og virka fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. Harumframt veitir Dátueftirlitið ráðgeving og vegleiðing um dátuverndarlógina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo