Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er nú greitt, at demokratarnir vunnu miðvalið í Nevada og teir hava nú tryggjað sær meiriluta í Senatinum.

Demokratiski senatorurin Catherine Cortez Masto varð afturvald, í svingstatinum.

Ein nýggj vallóg ger, at hóast valið var 8. novembur, so skulu brævatkvøður fram til 12. novembur teljast við. Hóast endaliga uppteljingin ikki er liðug, so er munurin ov stórur til at republikanska valevnið kann koppa tí demokratiska.

Amerikansku veljararnir atkvøddu eisini um valdið í Umboðsmannatinginum. Og enn eru ikki allar súðir syftar hjá demokratunum, tí ofta tapur flokkurin, sum hevur forsetan, valið í Umboðsmannatinginum, og har vísa uppteljingarnar, at republikanararnir liggja á odda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo