Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Demokratia: Seinastu tíðina hevur avbjóðingin av vantandi javnstøðu á uppstillingarlistunum fingið nógva umrøðu. Og úrslitið er, at kvinnurnar, sum bjóða seg fram til hetta løgtingsvalið, eru fleiri í tali samanborið við undanfarin val.

Telja vit listarnar hjá øllum flokkunum saman, er býtið millum kynini til hetta løgtingsvalið 67 kvinnur og 99 menn. Sostatt eru 40% av valevnunum kvinnur.

Vit gleðast um hendan batan. Tí javnstøða á uppstillingarlistunum er fyrsta stigið á leiðini til at fáa javnari kynsumboðan í politikki.

Men tað er eins neyðugt, at veljarin veruliga fær høvi at hoyra, hvørjar áskoðanir og hjartamál tey nýggju valevnini hava fyri Føroyar. Tí røddirnar eru so nógvar í tali.

Men eingin ivi er um, at røddirnar eru sterkar og áskoðarnirnar fjølmentar. Tað fingu vit staðfest á valkvøldinum hjá Demokratia í Smæruni týsdagin 29. november, tá 14 nýggjar kvinnurøddir sluppu til orðanna.

Vit í Demokratia takka øllum valevnunum fyri teirra dirvi og skynsemi, sum skal til fyri at stilla upp. Uttan tær fáa vit ongantíð varandi broyting!

Demokratia hevur til endamáls at virka fyri, at talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, so umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.

Enn eru vit eftirbátar í mun til onnur Norðurlond. Men tann 8. desember hava vit øll møguleikan til at flyta Føroyar fram á javnstøðuleið!

Á heimasíðuni hjá Demokratia ber til at lesa um allar kvinnurnar, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið 8. desember: https://demokratia.fo/logtingsval2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo