Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað ræður um hjá Dennisi. at bagatellisera tað gigantiska málið um Suðuroyarholið og lokka troyttar løgtingsmenn til at viðtaka eitt risaprojekt, áðrenn tað er tekniskt kannað, heilt út í æsir.

Men hatta projektið er SO øgiligt, at tað kann bliva ein farlig og heilt óyvirskoðilig FELLA, bæði fíggjarliga og av trygdarorsøkum.

Hvis tað kemur eldur í ein elbil í DENNISAR-HOLI ella ein stóran lastbil, verður so skjótt ilt-mangul, at nógv fólk kunnu kvalast og kódna.

Man kann heldur ikki rokna við, at ansvarligir teknikarar tora at gera eitt einkult-hol, men heldur vilja ráða til  eitt dýrt dupult-hol, so man Ikki kann møta mótgangandi ferðslu.

Tá verður projektið astronomiskt DÝRT, sjálvt fyri tann ekstravaganta og sorgleysa Dennis.

Men samferðslu-Dennis er so totalt óbekymraður, at hann næstan billar sær inn, at hann kann spáka á Suðuroyarfirði við høvdinum, væl krógvaðum undir arminum!

Latið skilagóðar KØNAR og neutralar teknikarar ráða og einsamallar hava orðið og fáið naivar og heilt INHABILAR politikarar heilt at tiga.

Virgar Tórason Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo