Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nýrafelagið: Partar av landinum í undantaksstøðu. Mælt verður frá allari óneyðugari koyring. Kortini mugu dialysusjúklingar til Havnar til dialysuviðgerð. Tað er neyðugt. Lívsneyðugt. Eisini í útideyðaveðri og undantaksstøðu.

Nýrafelagið heitir staðiliga á heilsumyndugleikarnar um at etablera dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi sum skjótast. Her mugu avvarðandi mynduleikar standa saman, um at veita sjúklingunum ta neyðugu trygdina.

Nú er nóg mikið tosað og kannað. Nú má okkurt henda. Um illa vil til, so kann hetta drálið kosta fleiri mannalív, og hvør vil tað?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo