Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-027/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni.

Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær ber til at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi?

Svar:
Til spurning 1

Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2022, kom eitt politiskt ynski fram um, at dialysusjúklingar búsitandi í Suðuroynni, skulu hava møguleikan at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Játtan á eina mió. kr. varð sett av til endamálið í 2022, og Sjúkrahúsverkið fór í hesum sambandi undir at kanna, hvussu viðgerðin kann skipast í Suðuroy.

Tað er greitt, at fyri einstaka sjúklingin er tað ein vinningur, um hann sleppur undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna. Summir dialysusjúklingar eru frammanundan veikir og tá kennist tíðin heimanífrá, við nógvari siglingartíð, sum steinur omaná byrðu. Tó er tað avgerandi fyri leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum, at staðbundna viðgerðin er skikkað og á sama støði, sum viðgerðin á Landssjúkrahúsinum.

Í fíggjarlógini fyri 2023, sum Løgtingið samtykti 30. mars 2023, var játtan til at skipa ein sonevndan dialysusatellitt á Suðuroyar sjúkrahúsi. At talan er um dialysusatellitt merkir, at eindin á Suðuroyar sjúkrahúsi er ein partur av dialysueindini á Landssjúkrahúsinum, og at viðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum, sum starvast á Landssjúkrahúsinum.

Í okkara grannalondum er ikki óvanligt at hava dialysueindir uttanfyri meginsjúkrahúsini, men hesar eru altíð skipaðar undir ella í samstarvi við sjúkrahús, sum hava nýradeild og serlæknar í nefrologi/nýrasjúkum. Eisini eru greið visitasjónskrøv til teir sjúklingar, sum eru knýttir at smærru dialysueindunum.

Í Sjúkrahúsverkinum varð avtalað, at Suðuroyar sjúkrahús skuldi standa fyri at útvega hóskandi hølir og fáa neyðugu útgerðina til vega, meðan Landssjúkrahúsið skuldi standa fyri læknafakliga partinum og seta starvsfólkini. Ætlanin var, at farast skuldi undir dialysuviðgerð í heyst.

Suðuroyar sjúkrahús er nú klárt við nútímans vælinnrættaðum hølum og nýggjastu tøknini til at geva dialysuviðgerð, og mánadagin 18. september vórðu tólini tendraði fyri fyrstu ferð.

Sjúkrahúsverkið hevur eisini lýst eftir sjúkrarøktarfrøðingum at manna dialysusatellittin. Tíverri bar setanartilgongdin ikki á mál, og tí er nýggj tillagað lýsing gjørd, sum var løgd út týsdagin 19. september. Freist at søkja størvini er 3. oktober. Settu starvsfólkini fáa síðani upplæring í dialysusjúkrarøkt á Landssjúkrahúsinum og lutvíst á donskum sjúkrahúsi.

Sjúkrahúsverkið hevur vónir um, at skikkaðir umsøkjarar vera til størvini og eydnast setanartilgongdin, verður farið í gongd við at veita dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi um ársskiftið.

Heilsumálaráðið, 25. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo