Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 hevur landsstýriskvinnan raðfest knappa 1.6 mió. kr. at skipa ein sokallaðan dialysusatelitt, soleiðis at dialysusjúklingar í Suðuroy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum.

Væntandi kunnu dialysusjúklingar í Suðuroy, koma á Suðuroyar sjúkrahús at fáa dialysuviðgerð í summar. Neyðug tól og útgerð, sum skulu til fyri at fremja dialysuviðgerðirnar á Suðuroyar sjúkrahúsi, eru fingin til vega.

Fyri borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð, merkir hetta, at tey sleppa undan drúgvari ferðing norður til Havnar tríggjar ferðir um vikuna. Fyri hesar borgarar kann tíðin heimanífrá við nógvari siglingartíð kennast sum steinur omaná byrðu.

Umframt føstu starvsfólkini, sum fara at starvast á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, verður eindin eisini mannað við sjúkrarøktarfrøðingum frá dialysueindini á Landssjúkrahúsinum. Hesir sjúkrarøktarfrøðingar skulu uppá skift eisini manna dialysusatelittin, fyri at tryggja, at tað altíð eru skikkað og roynd starvsfólk í toyminum.

Á henda hátt verður dygdin og trygdin í dialysusatelittinum tryggja, samstundis sum nýggja tilboðið ikki verður so viðbrekið, tá sjúka rakar og feriutíð er.

Viðgerðin á dialysusatelittinum í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

Fyri Sjúkrahúsverkið hevur tað verið avgerandi, at viðgerðin í Suðuroy er skikkað og á sama støði sum á Landssjúkrahúsinum, har støðið verður tikið í viðgerðarvegleiðingunum frá heilsumyndugleikunum.

- Eg fegnist um, at tað eisini verður møguligt, at skipa fyri dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Fyri einstaka sjúklingin hevur tað stóran týdning at sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo